Tórsdagin 24. mai fyllir Estrid Krossteig, Vallaratún, Tórshavn 90 ár.
Estrid var gift við lærara Olaf Krossteig, ættaður úr Leirvík. Olaf andaðist 24. apríl 2005, 97 ár gamal, og livdu tey sostatt eitt langt og gott lív saman.
Estrid var dóttur Lisu og Jákup Midjord av Øgrum.
Estrid og Olaf livdu størsta partin av teirra lívi á Leiti, har Olaf var lærari, og har børn teirra vuksu upp. Tey fingu 5 børn: Maria, Elsa, Hergerð, Óla Jákup og Ása.
At veksa upp á Leiti fram við Leitabakka, frá fjalli til fjøru, var eitt satt eldorado fyri børn.
Á Leiti varð bygdur felagsskúli vid læraraíbúð fyri bygdirnar Agrar – Lopra, og í skúlanum varð eisini gjørd kirkja fyri bygdirnar báðar, sum varð røkt av vágspresti, og tá ið hann ikki var, lá ábyrgdin á lærarafólkunum. Lærarin las bæði lestur og hevði sjálvur urguspælið.
Skúlin lá avsíðis, men hóast hetta var altíð fólk og vitjaði ella í ørindum, fólk úr Lopra, av Øgrum, úr Sumba, úr Víkarbyrgi ella úr Vági, og ikki treyt blíðskapurin, sum alla tíð sermerkti Estrid og Olaf, og sigast má, at hugnaligt var at vera inni og líða á prátið, tí prátingarsom vóru bæði Estrid og Krossteig, og sera væl dugdu tey at siga frá. Hetta var tað gamla hugnaliga bygdarmynstrið, har lærarafólkini vóru tey miðsavnandi á staðnum.
Á Leiti búðu niðursetumenninir Olaf og Petur Hans, sum vóru giftir við hvør sínari systur. Petur Hans við Paulu og Olaf við Estrid, og í Vági búðu hinar báðar systrarnar, Mia og Emma, giftar við Karl og Johan, og úti á Øgrum búði einasti beiggin, Petur, sum var giftur við Elsu úr Sumba. Familjan var sum eitt báðumegin fjørðin, og høgtíðirnar blivu altíð hildnar saman antin í Vági ella hinumegin fjørðin. Jú, hugnaligt var, og nógv er at minnast aftur á, antin tað so var at fara á seiðaberg, seta og draga sildagørn ella at fara í torv úti við Tjørnina. Tað var altíð sera hugnaligt. Eg minnist serliga tann eina dagin, ein vakran summardag, og sólin skein allan dagin, eg var við tær og Olaf. Elsa, Petur og omman vóru eisini við. Sera hugnaligt var at síggja allar eldarnar, sum logaðu um Kráarheyg, tí flest øll fólk á Øgrum vóru í torvi tann dagin, og ein merkti torvluktin frá eldunum um alt økið, og vakurt var at síggja torvroykin frá øllum eldunum fara beint upp, tí púra stilli var. Agramenn góvust so seint við at skera torv, at eg var við til at bera posa av torvi heim á Agrar.
Eftir á lívi nú av tí eldra ættarliðnum eru bara tú Estrid, Emma systur og svigarinnan Elsa, men gott er at vita, at samanhaldið ímillum tað yngra ættarliðið framvegis er gott og viðkomandi, og at vit framvegis kunnu hugna okkum saman, sum í gomlum døgum.
Tað verður ofta tikið til: “Takk fyri alt”. Góða Estrid mostur: Takk fyri alt, tú hevur verið fyri meg og okkara. Dagarnir og løturnar á Leiti og Øgrum verða ongantíð gloymdar.
Góða mostur, eg skilji bara ikki, at tú ert blivin 90 ár. Tú ert framvegis fyri mær bert “60 ára gomul”, røsk og ferug, og tú ber aldurin gott og minnið er sum á ungari gentu.
Góða mostur, vit gleða okkum øll til eina hugnaliga løtu saman við tær í Hornahúsinum, fyri at heiðra teg á tínum stóra degi. Ikki minst gleðiligt verður tað hjá tær, at hava øll tíni rundan um teg føðingardagin, og stuttligt hjá tær at fáa Elsu, Ásu og øll teirra upp úr Danmark til hátídardagin. Eg veit, hvussu tú leingist eftir teimum, tí tey eru so langt burtur, og ikki minst stuttligt var tað eisini, at Bjørg og Allan fingu eina lítla Estrid, so at tú bleiv uppkallað.
Góða mostur, hjartaliga til lukku við teimum 90 árunum.