- Estra eigur ikki ábyrgdina

Gunvá við Keldu vil ikki átaka sær nakra ábyrgd  av dulnevnda blaðnum, sum bleiv sent út til borgarar í Tórshavn og sum er at meta sum eitt álop á sitandi meirluta.

 

Sjúrður Skaale róði annars framundir fyrr í dag, at Estra, sum hevur sett blaðið upp, eigur at átaka sær ábyrgdina, um tað ikki verður upplýst hvør stendur aftanfyri. Sjúrður Skaale skrivaði eitt aftursvar uppá søgurnar, at hann skuldi verða tann dulnevndi skrivarin.

 

Les eisini: Gunvá steinaði Heðin

 

Gunvá við Keldu sigur nú, at hvørki hon ella Estra eiga ábyrgdina av blaðnum. Einasta uppgáva tey hava havt er, at seta blaðið grafiskt upp og síðani senda tað víðari.

 

Gunvá við Keldu vil ikki hava sitandi á sær at blanda seg uppí valstríðið í Tórshavn.

 

Lesarabrævið hjá Gunvá við Keldu: Aftursvar til Sjúrð Skaale