Tað er synd at siga, at talan er um hugalig tíðindi úr Tallinn, har estlendsku og føroysku landsliðsspælararnir í fótbólti eru farnir at hvíla seg eftir trý tey fyrstu korterini.
Estland er á odda 3-0, og teir kundu havt skorað uppaftur fleiri mál. Tvey tey fyrstu málini vórðu skorað av Vyatsheslav Zahovaiko eftir horna, og tað triðja varð skorað av Tarmo Kink, sum varð spældur leysur eitt sindur úr vinstru og inn um føroysku verjuna.
Í tveimum øðrum hornasparksstøðum kundi mál havt verið. Í øðrum førinum var bólturin á sjálvari samankomingini, og í hinum førinum brast hann í tvørtræið.
Tað er stórur munur á skjótleikanum. Estlendingarnir eru væl kvikari enn føroysku spælararnir.
Føroyar hava í 1. hálvleiki havt tvey hornaspørk, uttan at tað hevur verið vandamikið.
Lítla løtu undan steðginum fór Jákup á Borg av vøllinum. Hann tóktist hava fingið lítlan løst í lærið. Christian Høgni Jacobsen loysti av á miðvøllinum í høgru.