Tjóðartingið í Estlandi hevur nú lýst russisku stjórnina sum terroristar.
Riigikogu, sum tjóðartingið í landinum verður rópt, hevur eisini samtykt eina fordøming av ólógligu russisku innlimanini av ukrainskum landaøki.
Tjóðartingið í Estlandi eggjar eisini altjóða samfelagnum at lýsa russisku stjórnina sum terroristar.
Tað er ávísin, Ohtuleht í Estlandi, sum ber hesi tíðindi í dag.











