Esther er ættað úr Sørvági. Mamman var Jacobina fødd Thomassen og ættað úr Toft í Miðvági. Hon varð nevnd Tofta-Bina. Pápin var Jákup Andreas Hansen úr Sørvági ella Stoffa Jákup, sum hann varð nevndur. Kelinavnið komst av, at hann vaks upp saman við børnunum hjá mammubeiggjanum Kristoffuri ella Stoffa, sum hann varð nevndur.
Bina og Jákup fingu tólv børn. Esther, sum var næstyngst, er tað einasta, sum er eftir á lívi. Systkinaflokkurin var hesin: Petrina Heinesen í Sandavági. Hon doyði í 1941. Jóhannus ið doyði sum lítil smádrongur, Jóhannus sum var skómakari í húsunum yvirav hjá P. A. Restorff. Hann doyði av sjúku undir krígnum, Elida var gift í Keypmannahavn og doyði í 1971, Poula sum var gift og búði í Brøndby, Kristina Petersen í Vági sum frammanundan, at hon giftist suður, átti sonin Robert McBirnie, Teata Rasmussen í Herlev, Sigfred sum búði í Sørvági, John sum heilt ungur flutti til Danmarkar, Arthur sum búði í Íslandi og seinni í Klaksvík og Norðdepli, Esther og Ellingsgaard sum búði í Vági.
Sámal er klaksvíkingur. Mamman, Anna Margretha fødd Matras, var úr Uppistovu uttan av Oyri. Pápin, Mikkjal Petur, var úr Barbustovu í Syðrugøtu. Tey giftust í 1922 og búsettust á Vágsheygnum. Børnini hjá teimum vóru Leivur (1922), Kirstin Danielsen (1923), Kata Mortensen (1925), Sámal (1927), Eli (1929), Malan Bærentsen (1932) og Mathilda Poulsen (1934). Malan búsettist á Tvøroyri og Mathilda í Miðvági. Hini búðu øll í Klaksvík. Kata og Eli eru farin foldum frá.
Esther og Sámal giftust 18. august í 1955. Tey giftust inn á Vágsheygnum, men stutt eftir fluttu tey í húsini, sum tey høvdu bygt á Gørðum. Har búðu tey til í 1980, tá ið tey fluttu niðan undir Brúnna. Nú eru nøkur ár síðani, at tey fluttu í nýggj hús undir Hálsi.
Sum ung genta arbeiddi Esther á trolvirki í heimbygdini. Eftir at hon var komin til Klaksvíkar, var hon heima hjá dreingjunum, og samstundis plagdi hon at knýta trolstykkir í kjallaranum. Tá ið dreingirnir vóru farnir í skúla, fór hon á Kósina, og har arbeiddi hon á flakavirkinum í eina fjórðings øld.
Sámal lærdi til skipstimbrara hjá Kjølbro. Tá ið hann var avlærdur, arbeiddi hann eitt skifti í Íslandi. So róði hann út við Glottanum hjá Josiasi Matras. Hann leyk skiparaprógv í Klaksvík, og var aftur við Glottanum, sum hann førdi onkran túrin. So sigldi Sámal við trolara við Kaj Johannesen í fleiri ár. Fyrst í seksti árunum legðist hann uppi. Eftir at hann í nøkur ár hevði arbeitt hjá Josephsen, fór hann at arbeiða fyri seg sjálvan sum byggimeistari. Hann hevði fleiri menn í arbeiði, og teir bygdu sethús.
Esther og Sámal eiga tríggjar dreingir: Mikkjal (1956) býr í Havn. Jákup (1957) og Jóannes (1962) búgva í Klaksvík. Barnabørnini eru sjey í tali - tveir dreingir og fimm gentur.
J