FM-kapping og B-kapping í estetiskum fimleiki verður í Ítróttarhøllini á Hálsi um vikuskiftið. Leygardagin verða B-kappingarnar fyri pinkur og gentur, meðan FM-kapping verðru fyri pinkur, gentur og kvinnur. Sunnudagin verða tvær FM-kappingarnar, og eru hesar fyri smágentur og unglingar. Kappingarnar leygardagin byrja klokkan 13.30, og sunnudagin verður byrjað klokkan 16.