Pápi Ester Kristiansen og Døgg Nónsgjógv doyði, tá tær báðar vóru heilt ungar, og fyri tveimum árum síðani misti Ester Kristiansen eisini mammu sína. Ester Kristiansen var júst vorðin mamma sjálv, tá boðini komu, at mamman hevði fingið krabbamein, og sorg hevur tí verið ein partur av gerandisdagnum hjá teimum báðum.
- Eftir at hava lisið námsfrøði í eitt ár, havi eg eisini lisið nógv um børn og sorg, og so fekk eg hug at hjálpa øðrum - at brúka mínar royndir at hjálpa øðrum. Eg kann hjálpa mær sjálvari eisini við at hjálpa øðrum, sigur Ester Kristiansen.
Tað eru nógv, sum ikki vita, hvussu tey skulu fyrihalda seg til sorgina hjá øðrum. Hetta kann elva til skeivar ella píniligar støður fyri báðar partar.
- Tey, sum sita uttanfyri og ikki kenna til sorg, tey hyggja upp í loft, tá tú gongur framvið. Tey halda ivaleyst, at tú verður knústur, um tey nevna navnið hjá tí deyða, ella um tey tosa um tað. Men tað er nokk tað øvugta. Tey, sum hava mist onkran, elska at tosa um hendan persónin, og tað kennist gott hjá teimum, at onkur annar vil vita um viðkomandi eisini, sigur Døgg Nónsgjógv.
Tann heimleysi kærleikin
Ítøkiliga hugskotið til at arbeiða við einum podkasti kom frá tá Ester Kristiansen arbeiddi í summarfrítíðini í ár og lurtaði nógv eftir podkastum. Podkast var ein góður máti at røkka fólkum uppá, helt Ester Kristiansen, og tí fór hon saman við systrini undir at fyrireika eitt podkast, ið skuldi snúgva seg um tað, ið hevur við sorg at gera. Podkastið hevur fingið heitið Tann heimleysi kærleikin.
- Hetta er kanska ein góður máti at fanga tey, ið hava tørv á tí. Vit tosa ikki so nógv um sorg til gerandis. Tað er ikki tabu upp á sama máta, sum tað hevur verið, men vit tosa ikki nógv um tað, hóast sorgin er har. Har eru jú nógv fólk, ið føla sorg allatíð, sigur Ester Kristiansen.
Døgg Nónsgjógv er eisini sjálvboðin bólkaleiðari hjá Beranum, ið er hjálparfelagsskapur til teirra, ið hava mist onkran. Samstundis sum at arbeiðið í Beranum hevur givið Døgg Nónsgjógv nøkur amboð, ið hon kann taka við í podkastið, so merkir hon eisini, at stórur tørvur er hjá fólki - bæði børnum og vaksnum - at tosa út um sína sorg.
Tørvurin eftir hjálp frá Beranum er so mikið stórur, at bíðirøð er eftir at sleppa framat til sorgarbólk. Síðan Berin fór undir sítt virksemi í 2003, hava um 600 børn, ung og vaksin verið partur av bólkunum.
Innihaldið í podkastinum skal vera rættiliga breitt, gera tær báðar greitt. Tað skal vera frá sjúkutilgongd til deyða og alt annað, ið hendir har ímillum.
- Tað er lætt at finna evni til podkastin. Sorg er eitt evni, sum er ótrúliga breitt, og vit báðar kenna tað væl. So har eru óendaligir møguleikar. Og mátarnir, sum sorg kann viðgerðast uppá, eru so nógvir, sigur Døgg Nónsgjógv.
- Har eru nógv, ið vita, hvat sorg er, og har eru eisini nógv, sum ikki vita hvat sorg er. Podkastið er ætlað til øll. Evnini skulu venda seg til teirra, ið hava mist, men eisini til teirra, sum ikki hava roynt tað. Sjálvt tú skalt tíma at lurta. Sjálvt ein 10 ára gomul genta skal kunna tíma at lurta, antin tí hon hevur mist onkran sjálv, ella kanska eitt vinfólk hevur mist onkran. Tað skal vera ein breiður málbólkur, sigur Døgg Nónsgjógv.
Mannfólk syrgja annarleiðis
Tað er ofta munur á, hvussu konufólk og mannfólk viðgera sorg. Tað er ikki altíð so, men ofta eru konufólk meira opin um sorgina, meðan mannfólk eru meira afturlatin, halda tær báðar Døgg Nónsgjógv og Ester Kristiansen.
- Tað er nokk so typiskt, at mannfólk heldur seg aftur og ikki tosar við nakran um sorgina, men bara heldur hana inni í sær sjálvum, sigur Døgg Nónsgjógv.
- Mannfólk eru kanska eitt sindur stoltari enn konufólk upp á tann mátan - uttan at tey vilja tað. Tað er munur á. Og sjálvt um tú vísir teg at hava tað gott úteftir, so merkir tað ikki tað sama, sum at tú hevur tað gott innaní. Eingin dugir at síggja nakað, men tað er har, heldur Ester Kristiansen.
Eitt tílíkt podkast kann tí koma væl við hjá teimum dreingjunum og monnunum, ið kanska ikki hava dirvi ella hug at seta seg at tosa við onnur um sína sorg, men sum kortini hava tørv á at lufta út á onkran hátt. Tá kunnu teir lurta eftir podkastinum og viðgera sorgina hjá sær á tann hátt, og hetta kann samstundis lata upp fyri, at teir fara at finna sær onkran at tosa við aftaná, halda Døgg Nónsgjógv og Ester Kristiansen.
Fakfólk skulu seta dám á podkastið
Fyrsti podkasturin verður brúktur til at geva eina innleiðing til vertirnar báðar, men eftir hetta skal hvør podkastur hava gestir. Umframt gestir, ið sjálvir hava roynt at mist onkran, skulu podkastarnir eisini hava fakfólk sum gestir, tí at har eru nógv fakfólk, sum uppliva, at sorg verður ein partur av yrki teirra.
- Vit skulu hava nógvar gestir. Læknar, sálarfrøðingar, lærarar, námsfrøðingar - øll tey, ið hava eitt starvsøki, har sorg onkursvegna er ein partur av tí. Hvussu lofta tey støðuni, hvussu møta tey teimum, ið stríðast við sorg, sigur Døgg Nónsgjógv.
Hesi starvsfólkini hava ein týdningarmiklan part at spæla hjá teimum, ið hava havt sorg, heldur Ester Kristiansen, sum vísir á, at tá tær báðar mistu pápan, høvdu tær eisini serliga ein lærara, ið var nógv um tær, og sum eisini gjørdi sorgartilgongdina lættari, tá tær vóru í skúla.
Ester Kristiansen vísir eisini á, at vitanin um sorg er broytt rættiliga nógv. Fyrr varð hildið, at tiltgongdin sorg gekk eftir einum ávísum leisti, men vit vita í dag, at tað er ikki so. Fyristillingin um hvussu sorg eigur at vera, er ikki røtt, og øll uppliva sorg øðrvísi enn onnur, heldur Ester Kristiansen, sum vónar at gera upp við fleiri av teimum fyristillingunum.
- Vit í familjuni hava havt øgiliga lætt at tosa um tað. Men ofta følist tað, sum at onnur verða illa tilpass, tá vit tosa um tað. Ofta endar tað við syrgiligari samkenslu, og tað er ikki tað, ið nakar ynskir. Soleiðis er okkara lív bara, sigur Ester Kristiansen.
Fara í panikk
Føroyingar sum heild hava ein serligan hugburð og atferðarhátt til tað, at onkur hevur mist onkran kæran, halda tær báðar Ester Kristiansen og Døgg Nónsgjógv. Ofta eru fólk, ið ikki hava tætt samband við familjuna, ið kortini gerast ein stórur partur av sorgartilgongdini.
- Fólk fara eitt sindur í panikk. Tey hugsa: "Nú er okkurt hent, og so má okkurt henda! Tey eru í dýrastu neyð, hava ikki yvirskot til at gera mat, so mugu vit gera mat til teirra." Og so knappliga eru øll komin á gátt við mati og kakum, og tað eru kanska ikki øll, ið hava yvirskot til at fáa so nógvar gestir, tá tey hava mist onkran. Tað einasta, ið summi vilja, er at hava frið, sigur Døgg Nónsgjógv.
Ester Kristiansen leggur aftrat, at fólk gera tað í allar bestu meining, men at tað kanska ikki altíð er tað, sum tørvur er á, tá tú skalt arbeiða teg gjøgnum sorgina. Frægari er at koma við hjálpini seinni, tá gerandisdagurin er byrjaður aftur, og tú kanska hevur størri tørv á hjálpini.
- Pápin hjá einari vinkonu hjá mær doyði nú herfyri. Eg valdi at bíða eina viku, áðrenn eg fór at vitja. Hon hevði nokk nógvar tankar, sum mólu í høvdinum, og eg helt, at eg skuldi bíða, til tíðin var røtt, at fara at vitja hana, sigur Ester Kristiansen.
Podkastið kemur í næstum
Fyrsta podkastið verður klárt í næstum, og eftir ætlan skal eitt nýtt podkast vera at hoyra hvønn mánaða. Tað er umráðandi fyri báðar tvær, at innihaldið er vert at lurta eftir, og tað krevur eisini fyrireikingartíð.
- Tað, sum er umráðandi, er at tað verður ikki tveitt út peu à peu, tað skal vera ordiligt, og tað skal vera gjøgnumført. Tá hava vit ein mánaða at fyrireika podkastið, so vit eru tryggar í úrslitinum, sigur Ester Kristiansen.
- Vit eru tvær vanligar gentur, ið hava upplivað sorg, og sum vilja seta fokus á, hvat sorg hevur at siga, siga tær báðar um nýggja podkastið Tann heimleysi kærleikin, ið verður at hoyra í næstum.











