Essa, ein vinur Ísraels farin

Seinasta sunnudag varð kendi havnarmaðurin, Elieser Arge, borðin út úr Ebenezer í Havn, 82 ára gamal.

Essa var merkismaður burturav. Best kendur sum dugnaligur skurðlækni á Landssjúkrahúsinum í mong ár. Eisini var hann kommunu- og landspolitikari, umframt fleiri álitisstørv sum hann røkti.


Í hesum fáu minningarorðum, minnast vit hann sum ein hollan vin Ísraels. Essa var formaður í felag okkara, Vinir Ísraels í Føroyum, í 6 ár.


Sum tann heiðursmaður hann var, røkti hann hetta starv til lítar, og gjørdi mong góð og mennandi átøk fyri hetta lítla landið, Ísrael, sum hann var so góður við.


Sum flest øll vita, so hevur Ísrael allar tíðir verið noytt at berjast fyri lívinum. Landið hevur fingið mangar snuddir, men við góðari hjálp frá Gudi og góðum fólki, so er Ísrael á lívi dagin í dag.


Sum lækni, so var høvuðsuppgávan hjá Essa at hjálpa fólki, sum vóru í neyð av sjúku ella skaða, og her skaraði Essa fram úr.


Kanska var tað hesi íbornu evni og ynski, at hjálpa, sum eisini komu Ísrael til góðar.


Essa gekk persónliga millum fólk og fyritøkur og savnaði inn fíggjarligan stuðul til frama fyri Ísrael, og tað var ikki smápeningur sum hann megnaði at lívga við, har tørvurin var stórur.


Saman við Essa, í verkinum til frama fyri Ísrael, stóð kona hansara Lydia.


Vit hava stóra samkenslu við Lydiu, Honnu, Sigrid og teirra kæru, og ynskja at Gud Ísraels og okkara troystar tey, sum bert Hann er førur fyri.


Við hesum ynskja vit at lýsa frið yvir minnið um holla vin Ísraels, Elieser Arge.


Felagið, Vinir Ísraels í Føroyum