Við nýggju Esprimo Q5000 telduni fær heimurin snøgt sagt eitt nýtt slag av PC’arum. Umframt snøgga sniðið, sum setir sín dám á skrivstovulandslagið, er talan eisini um eina framúr kraftmikla teldu, sum inniheldur allar teir eginleikar, sum roknað verður við av eisni slíkari. Við Intel-tøkni í gerðilinum, effektivari ljóðdoyving og lágari streymnýtslu er Esprimo í fleiri mátar trendsetarin á marknaðinum, og tá tosað vit altso ikki bert um sniðið. Her í Føroyum er Formula.fo nú komið á marknaðin við telduni.










