ESPN: Málið hjá Brandi í Topp 5

Kenda ítróttarkanalin heldur, at 2-0 málið hjá Brandi H. Olsen er millum fimm tey bestu hesaferð

Stóra amerikanska ítróttarrásin, ESPN ger eisini nógv burturúr fótbólti. Tey sum hava ESPN á Smart TV ella Apple TV hava møguleika at síggja hæddarpunkt, innsløg, samrøður og viðmerkingar um altjóða fótbólt. Nógv av hesum er eisini at síggja á heimasíðuni hjá ESPN. 

 

Tá allir dystirnir í 6. umfari í EM-undankappingini vóru avgreiddir farna vikuskiftið, valdu fótbóltsstarvsfólkini hjá ESPN fimm tey bestu málini í EM-undankappingini hesaferð. Og aftur her var ein stórur heiður til føroyskan landsliðsfótbólt.

 

Ungi Brandur H. Olsen úr Skálavík hevur fingið tann stóra heiðurin frá ESPN, at hansara 2-0 mál ímóti Grikkalandi, aftaná frágera upplegg frá Sølva Vatnhamar er valt at verða millum fimm tey bestu málini. Millum hinar málskjúttarnar er ein so frægur maður, sum Christiano Ronaldo. 

 

Tey, sum hava ein Adobe Flash Player kunnu síggja Topp 5 málini, sum ESPN hevur valt á hesari slóðini: http://espn.go.com/video/clipTest?id=13077603