Skipið hjá Greenpeace, Esperanza, hevur enn eina ferð verið í føroyskum
sjógvi. Hesa ferð var Esperanza einar 70 fjórðingar suður úr Føroyum, og einki er
frætt um nakra ætlaða atsókn.
Uppstandilsi var í summar, tá ið Esperanza setti kós móti Føroyum. Servandir
politistar komu úr Danmark, men Greenpeace gjørdi einki móti West Pooenix
boripallinum, sum boraði eftir olju í føroyskum sjógvi.
Esperanza setti ta ferðina kós móti Grønlandi, har Greenpeace mótmælti
oljuboring í Vesturgrønlandi.