Esperanza ávirkar ikki Cairn-boring

Skotska oljufelagið Cairn Energy, sum borar eftir olju við Vesturgrønland, tekur eingi serlig stig, nú Greenpeace-skipið Esperanza er komið í grønlendskan sjógv og kanska hevur kós ímóti leiðini, har borað verður.

Felagið sigur, at tað hevur staðfest, at Esperanza er í grønlendskum sjógvi, men at eingi serlig stig verða tikin, fyrr enn onnur boð koma frá landsstýrinum ella Grønlands Kommando.

Simon Thomson hjá Cairn Energy sigur við grønlendska kringvarpið, at felagið veit ikki meiri um Greenpeace-skipið og tess ferð til Grønlands, enn fjølmiðlarnir hava sagt. Hann leggur afturat, at sum er tekur felagið eingi stig orsakað av Greenpeace-skipinum.