ESP bjargar mannalívum

Elektroniska tøknin verður skjótt so nógv útbygd, at hon hevur fult tamarhald á bilinum og hjálpir bilføraranum undir koyring, uttan at hesin veit av tí ella merkir nakað

Tryggasti bilur á vegnum er tann, sum ongantíð verður íblandaður eitt ferðsluóhapp, og prógvini fyri at ESP (Elektronisk Stabiliserings Program) hevur bjargað nógvum mannlívum eru nú so mong, at allir nýggir bilar skuldu havt hesa skipan, sigur formaðurin í EuroNCAP, svenski professarin og trygdarserfrøðingurin Claes Tingvall. EuroNCAP testa allar nýggjar bilar, sum koma til Evropa og geva teimum upp til fimm stjørnur, alt eftir hvussu tryggir teir eru.

ESP-skipanin virkar og hjálpir bilføraranum uttan at hesin veit av tí ella nýtist at gera nakað sum helst.

ESP er eitt elektronsiskt stabiliseringsprogram, ið ger at bilurin ikki glíður út í svingum og tryggjar optimalt vegtak undir øllum umstøðum.

Í Svøríki hevur Vägverket kannað 10.000 ferðsluvanlukkur síðan 2000, og eru teir komnir til tað úrslit, at ESP og líknandi skipanir hava sera stóra ávirkan á trygdina í bilunum.

Í samband við at týska elektronikkverksmiðjan Bosch júst nú hevur hátíðarhildið at 10 ár eru liðin síðan ESP fyrstu ferð kom á marknaðin, siga teir at ESP einans er byrjanin. Í framtíðini koma nógvar skipanir at verða bygdar yvir ESP-tøknina.