Hvat fekk teg at fara upp í politikk?
- Lutvíst áhugi og lutvíst áheitanir frá fólki.
Hvussu var tað at gerast kendur við Pipar & Salt?
- Tað er øgiliga stuttligt at gera nakað, sum verður væl móttikið, so
tey fyrstu P&S árini vóru herlig.
Hvussu funnu tú og Jákup Veihe saman?
- Tað var nokk gjøgnum kabarettirnar í sjónleikarhúsinum fyri umleið
20 árum síðani.
Hvar kom hugskotið til Esmar Eysturoy frá?
- Vit vóru báðir lesandi tá, so tað var nokk sjálvironi.
Hvør er besta ferðin tú hevur gjørt?
- Havi gjørt nógvar sera góðar, men tann sum hevur ávirkað meg og
givið mær mest var nokk tá eg var eitt gott ár í Suðuramerika sum
ungur.
Ferðast tú nógv í egnum landi?
- Eitt sindur, ja, men tað kundi verið meira. Eg geri kortini nógvar
dagstúrar í fjøllini.
Hevur tú húsdjór?
- Nope.
Hvat er besti filmur, tú hevur sæð?
- I’ll make him an offer he can’t refuse :) Godfather verður nokk aldrin tikin.
Hvør bók liggur á náttborðinum?
- Har liggja altíð fleiri. Men víkingaskaldsøgan Ormur Reyði liggur
ovast. Ótrúliga stuttlig – og framúrskarandi væl umsett av Bjarna
Niclasen. Nøkur hugskot til handritið til tann garrvilla Torgrím og
mammu hansara úr Pipar & Salt stava frá Ormi Reyða.
Hvør er tín lívrættur?
- Tað er so nógv. Men ræstur fiskur, garnatálg og spik slær ikki
falskar mentir.
Verður tú framvegis í politikki um 10 ár?
- Nei, tað rokni eg ikki við.