Leiðslan í danska felagnum Esbjerg hevur sett bann fyri, at spælararnir spæla kort um pengar. Esbjerg hevur ikki staðið seg væl í superliguni í vár, og ein orsøk skal verða, at spælarar skylda hvørjum øðrum pengar av kortspæli. Ítróttarstjórin í Esbjerg sigur, at upphæddirnar eru blivnar so stórar, at leiðslan vil ikki spæla við longur og hevur bannað kortspæli millum spælararnar.