Esbjerg hugdi móti Føroyum: Stigini hjá Lars hugtóku okkum

Sjálvt um tað eru níggju ár síðani, at Lars Olsen seinast vandi eitt felag, so heldur Esbjerg, at tey hava funnið rætta venjaran.

Sjálvt um Føroyar ongantíð hava verið nærindis at vinna seg til nakað endaspæl í stjórnartíðini hjá Lars Olsen, so hevur felagið á vegnum vunnið á liðum sum Grikkalandi og Letlandi.

– Tey hava fingið 0,65 stig í miðal fyri hvønn dyst, sum er rættiliga áhugavert fyri eitt land við 50.000-55.000 íbúgvum.

– Úrslitini, hann hevur skapt við Føroyum, tosa fyri seg. Tað er rættilga gott venjaraarbeiði sigur ítróttarstjórin hjá Esbjerg, Jimi Nagel.

Í 52 landsdystum sum føroysku landsliðsvenjari førdi Lars Olsen sínar menn til 9 sigrar. Tað vísa hagtøli á transfersmarkt.com. Harumframt vóru 7 javnleikir og 36 tap.

Ítróttarstjórin hjá Esbjerg vísir eisini á, at hann minnist væl tíðina hjá Lars Oslen í FC og OB frá 2003 til 2010 fyri gott venjaraarbeiði.

Lars Olsen hevur millum annað vunnið donsku steypakappingina við Randers og tvey silvurmerki í Superliguni við OB.

– Lars er nógv verdur fyri okkum sum venjari, og vit eru fegin um, at vit hava gjørt eina avtalu við hann.

– Hann kemur við nógvum royndum gjøgnum nógv ár frá landsliðum og Superliguni, og so hevur hann roynt eitt sindur av hvørjum sum leikari. Vit eru fegin um at fáa ein við tí knowhow og fótboltsfakligheit, sum hann hevur.

Men óttast tey í Esbjerg ikki, at hann ikki hevur verið felagsvenjari í níggju ár?

– Vit hava tosað við Lars um tað. Hann hevur havt ynski um at vilja vera felagsvenjari aftur. Tað hevur eisini havt týdning fyri okkum.

– Í starvi sínum í Føroyum hevur hann fylgt Superliguni tætt, tí hann hevði spælarar í donskum fótbólti, so hasum óttast vit als ikki fyri, sigur Jimmi Nagel.

Esbjerg liggur næstaftast í Superliguni og er í niðurflytingarvanda. Í royndunum um at koma upp av botni metir ítróttarstjórin eisini Lars Olsen sum tann rætta mannin.

– Vit hava fyrst og fremst miðað eftir at fáa ein venjara, sum vit trúgva uppá kann hjálpa okkum at vinna fótbóltsdystir – bæði nú og í framtíðini.

– Vit hava eisini mett, at vit vilja hava ein við fótbóltsfakligheit á høgum støði, og tað eru vit vís í, at vit hava fingið. Tað hevur eisin týdning, at hann heldur, at tað er áhugavert at arbeiða við okkara talentum, sigur Nagel.

Hvussu fær hann so hjálpt Esbjerg her og nú?

– Tað er bara eitt, sum kann hjálpa okkum í støðuni nú – vit skulu út og standa saman sum felag og fáa skapt so nógv stig sum gjørligt í hvørjum einasta dysti, sigur ítróttarstjórin.

Esbjerg segði í september hollendingin, Johan Lammers, úr starvi. Áðrenn tað hevði hann megnað at vunnið felagnum bronsu í Superliguni. Síðani hann varð sagdur úr starvi hevur hjálparvenjarin, Claus Nørgaard, havt ábyrgdina av liðnum.

Vesturjydarnir eru í løtuni næstaftastir í Superliguni. Bara Silkeborg liggur niðanfyri.

 

/ritzau/