Landsstýrið fer í dag at viðgera ætlaða handilsbannið mótvegis Føroyum.
Annika Olsen, sum er virkandi løgmaður, hevur tikið stig til at seta málið á dagsskrá.
- Tað er umráðandi, at samlaða landsstýrið fær høvi at umrøða hvørjir kostir eru í at velja, og hvussu vit fáa Føroyar best burturúr hesi størstu politisku avbjóðing í nýggjari tíð, sigur Annika Olsen.
Føroysku útflytarnir av sild og makreli mugu finna aðrar marknaðir, tí um seks dagar fer ES eftir ætlan at samtykkja fráboðaða uppskotið um handilsforðingar. Í fjør fóru sild og makrelur úr Føroyum inn á ES-marknaðin fyri eina milliard og 150 millónir krónir. Harav stavar ein helvt frá transit-vørum, sum fara ígjøgnum ES til aðrar marknaðir.
Og eftir øllum at døma, so sleppa føroyskir útflytarar heldur ikki at brúka altjóða havnir í ES sum transit havn.
Vinnan langt síðan er farin at leita sær eftir øðrum marknaðum uttan fyri ES.
Varðin Pelagic á Tvøroyri hevur lagt seg eftir at útflyta meira av sild og makreli til Afrika og Russlands, heldur enn á ES-marknaðin.
Bogi Jacobsen, stjóri á Varðanum Pelagic, segði við Portalin tann 16 juli, at tað er torført at gera upp, hvat tað kemur at kosta felagnum, ikki at sleppa inn á ES marknaðin. Tí hóast Varðin Pelagic hevur funnið aðrar marknaðir, so hevur felagið havt goymslur í altjóða havnunum í Póllandi og Hollandi. Tað fer neyvan at bera til nú. Í framtíðini má Varðin Pelagic finna ein keypara, áðrenn vøran verður send úr Føroyum.
- Tað er einki at ivast í, at søluvirðið fer at minka, men í hvønn mun, er ilt at siga fyrrenn árið er runnið, segði Bogi Jacobsen.