- ES vil ikki samráðast

Michael Gove vil vera við, at ES letst ikki at vera sinnað at samráða um Brexit.

Michael Gove er bretski ráðharrin við ábyrgdini at fyrireika Bretland til eitt sokallað no-deal Brexit - eitt Brexit uttan fráfaringaravtalu við ES - og hann sigur sambært BBC, at ES tykist ikki at vera áhugað í at sita við samráðingarborðið.

Eftir øllum at døma kemst ósemjan av, at Stórabretland hevði biðið um at fáa eitt sokallað backstop um Írland úr avtaluni, og hetta vildi ES ikki ganga við til.

Eitt backstop er ein avtala, ið hevur til endamáls at tryggja, at markið tvørt um Írland og Norðurírland - og harvið eisini ES og Stórabretland - verður eitt meira ella minni frítt landamark, eins og tað hevur verið.

Evropa kommissiónin hevur samstundis gjørt greitt, at hon er til reiðar at koma aftur til samráðingarborðið, skuldi Stórabretland "gjørt støðu sína meira greiða".

Keldur í ES vilja sambært BBC vera við, at tað tykist, sum at Stórabretland ynskir eitt hart Brexit og fyrireikar seg til tað.

Hesum vísir bretski uttanríkisráðharrin aftur. Dominic Raab, uttanríkisráðharri, sigur, at Stórabretland ætlar at "strekkja hvørja spong fyri at fáa tær broytingarnar, ið okkum tørvar", sum hann málbar seg.