ES vil hava Boeing flogfør kannað

Flogfør av slagnum Boeing 737 MAX-9 skulu kannast, eftir at eitt flogfar misti eitt vindeyga á flogi

Alt spældi væl av, tá ið eitt Boeing-flogfar hjá Alaska Airlines misti eitt vindeyga undir flúgving í USA fríggjadagin

Europeiski flogferðslustovnurin Easa vil hava, at øll flogfør av slagnum Boeing 737 MAX-9 skulu kannast. Frammanundan hava amerikanskir myndugleikar givið somu boð.

 

Tað skrivar Reuters.

 

Orsøkin er, at eitt flogfar av hesum slagi misti eitt vindeyga, stutt eftir at tað var farið á flog í Portland í Oregon í USA fríggjadagin. Flogfarið var í 4800 metra hædd ávegis til Ontario í Kalifornia, tá ið óhappið hendi. Flogfarið, sum fleyg fyri Alaska Airlines, neyðlendi 20 minuttir seinni. 171 fólk vóru umborð á flogfarinum, og eingin teirra fekk skaða av hendingini.

 

Síðani hava flogferðslumyndugleikarnir í USA givið umleið 170 flogførum av slagnum Boeing 737 MAX-9 forboð fyri at flúgva, til tey eru kannað fyri møgulig teknisk brek.

 

Sambært Reuters fer europeiski flogferðslustovnurin Easa at krevja, at Boeing flogfør av hesum slagnum, ið flúgva í Europa, verða kannað. Enn er ikki greitt, um flogførini fáa flúgviforboð, til kanningin er gjørd, ella hvussu umfatandi boðini frá Easa fara at verða.

 

Alt spældi væl av, tá ið eitt Boeing-flogfar hjá Alaska Airlines misti eitt vindeyga undir flúgving í USA fríggjadagin