ES viknar tá Bretland sessast við borðið

Í síðstu viku vóru tvey ár liðin síðan at Jacob Vestergaard, táverandi landsstýrismaður í fiskivinnumálum, og Maria Damanaki, táverandi fiskimálaráðharri hjá ES, undirskrivaðu eina brævaskiftissemju, ið gjørdist endin á einum áralongum stríði millum ES og Føroyar.


Talan var um eina semju, ið var kærkomin fyri báðar partar. Eftir fleiri árum við samráðingum, ið ikki bóru á mál, høvdu bæði londini sett í verk tiltøk, ið skuldu staðfesta teirra rætt. ES, harímillum Danmark, høvdu sett í verk handilstiltøk móti Føroyum, meðan føroyingar høvdu reist gerðarrættarmál móti ES í bæði WTO og eftir havrættarsáttmálanum hjá ST.


Tað vóru tó ikki øll, ið vóru eins fegin um hesa semju, og seinastu tvey árini hava samanbrestir fleiri ferðir verið millum føroysk sjófólk og skotskar myndugleikar, ið hava ákært føroyingar fyri brot á sáttmálan. Hetlendskir og skotskir fiskimenn hava eisini fleiri ferðir víst á teirra misnøgd við makrelsemjuna, ið var gjørd á grækarismessu í 2014, ið tey meta er til stóran fyrimun fyri føroyingar.


Nógv er tó broytt seinastu tvey árini. Hvørki Jacob Vestergaard ella Maria Damanaki hava nakran leiklut í samráðingunum longur, og í dag kann stóra strandarlandið ES vikna munandi, tá bretar fara á val og skulu taka støðu til, um tey ynskja at vera verandi í ES. Um tey velja at rýma úr ES, kann tað fáa avleiðingar fyri makrelsemjuna og framtíðar samráðingar millum strandarlondini, tá Bretland sessast við samráðingarborðið.


Vikuskiftis Sosialurin hevur tosað við Herluf Sigvaldsson, samráðingarleiðara í føroyska samráðingartoyminum, um hvussu eitt Brexit kann ávirka valdsjavnvágina millum strandarlondini í framtíðini.


Bretland sessast við borðið 
Eitt av høvuðsevnunum til valstríðið í Bretlandi í hesum døgum, er kjakið um støðuna hjá Bretlandi í altjóða samráðingum. Hjá teimum, ið ynskja at sleppa úr ES er eingin ivi um, at tað verður betri fyri bretsku vinnuna, um tað verða bretar sjálvir og ikki embætisfólk hjá ES, ið standa á odda fyri samráðingum við aðrar tjóðir.


Herluf Sigvaldsson upplýsir, at innan strandarlandasamráðingar, so er tað greitt, at Bretland fær ein sjálvstøðugan leiklut í framtíðar samráðingum, um Bretland fer úr ES.


- Hyggja vit eftir teimum formligu viðurskiftunum, so verður Bretland strandarland í svartkjafti, norðhavssild og makreli, meðan ES hvørvur sum strandarland í norðhavssild, sigur samráðingarleiðarin og leggur afturat.


- Tað merkir, at í samráðingarhøpi og sáttmálahøpi, so verður eitt strandarland meira, Bretland, tá samrátt verður um svartkjaft og makrel. Harumframt tekur Bretland sessin hjá ES, tá strandarlondini samráðast um norðhavssild.


62 stig ger munin 
Orsøkin til, at ES missur sín sess við samráðingarborðið um norðhavssild, er tí at stovnurin aldrin ferðast inn í ES-sjógv. Tey rættindi, ið ES hevur at fiskað norðhavssild eru nevniliga øll bygd á teirra avgerðarrætt yvir bretskar havleiðir.


- Norðhavssild heldur til norðanfyri 62 stig, og tá tú hyggur eftir hvønn rætt ES hevur í dag, so er tað í tí hetlendska tríhyrninginum. Tað vil siga tríkanturin norðanfyri Hetland, ið røkkur norðurum 62 stig, har norðhavssildin ferðast. Tú kanst siga, at tað er Hetland, ið ger at Bretland er eitt strandarland, og tað er Bretland, ið ger ES til eitt strandarland, greiðir føroyski samráðingarleiðarin frá.


Herluf Sigvaldsson leggur tó dent á, at støðan er ein heilt onnur, tá hugt verður eftir makreli og svartkjafti. Teir stovnarnir ferðast so langt suður gjøgnum Atlantshavið, at tað eru eini 4-6 ES-limalond, umframt Bretland, ið eru at rokna sum strandarlond.


Avbjóðing fyri Føroyar
Sjálvt um føroyski samráðingarleiðarin leggur dent á, at tað ikki er ein partur av føroysku strategiini, so er tað ikki óhugsandi, at talan verður um eitt bakkast fyri ES, nú tey ikki longur kunnu brúka norðhavssildina sum samráðingarkort fyri at styrkja um sína egnu støðu. Tað kann m.a. merkjast við, at ES framyvir ikki kann geva meira av kvotuni fyri norðhavssild í býti fyri størri svartkjaftakvotu ella makrelkvotu.


Føroyski samráðingarleiðarin metir sum heild, at nýggja støðan fer at hava nýggjar avbjóðingar við sær, hóast tað enn er torført at spáa um hvørjar tær vera.


- Tað verður sjálvandi ein avbjóðing, at samansetingin av strandarlondum verður annarleiðis. At tað verður eitt nýtt strandarland við samráðingarborðið til makrel, norðhavssild og svartkjaft, kann føra við sær, at tað verða nakrar nýggjar avbjóðingar millum londini, tá semja skal finnast fyri stovnarnar. ES verður framvegis eitt stórt strandarland í bæði svartkjafti og makreli, men tað verður Bretland eisini, sigur Herluf Sigvaldsson.


Herluf Sigvaldsson ber tó ikki ótta fyri, at tann illviljin, ið tykist at hava verið mótvegis føroyingum frá skotskum fiskimonnum og myndugleikum, fer at síggjast aftur til samráðingarnar.


- Tað er trupult at siga í dag hvussu tað verður, tí vit kenna ikki til eina framtíðar støðu hjá Bretlandi. Men eg haldi sjálvur, at vit altíð hava havt góð viðurskiftir við umboðini hjá bretsku stjórnini í sendinevndini hjá ES, tá samráðingar hava verið, sigur Herluf Sigvaldsson.


Herluf Sigvaldsson er tó varin við at siga ov nógv um, hvussu hann metir at samráðingarnar vera, um Bretland fer úr ES, men hann dylur ikki fyri, at tað verður ikki lætt hjá Føroyum at styrkja um sína støðu.


- Fer Bretland úr ES, so verður tað ein avbjóðing hjá Føroyum at telva seg til eina støðu, har vit standa sterkari í samráðingunum, sigur Herluf Sigvaldsson.


ES og Bretland mugu semjast 
Um úrslitið av fólkaatkvøðuni í næstu viku verður, at bretar takka fyri seg í ES, so er tað ikki vist, at Bretland alt fyri eitt fer undir samráðingar við onnur lond um fiskastovnarnar. Fyrst er nevniliga neyðugt hjá bretsku stjórnini at taka støðu til, um hon er samd við gamla býtinum av fiskastovnum við hini limalondini innanhýsis í ES, greiðir Herluf Sigvaldsson frá.


- Spurningurin er, um bretar góðtaka tað býtið ella um teir krevja eitt nýtt. Við tí fyrivarni, at meg minnist rætt, so byggir býtið av fiskastovnum millum ES-limalondini fyri stóran part á søguliga fiskiskapin, ið fór fram á havleiðunum hjá teimum ymisku londunum, áðrenn fiskimarkið varð flutt út á 200 fjórðingar, greiðir føroyski samráðingarleiðarin frá.


Herluf Sigvaldsson vísir á, at tað sum hendir við einum Brexit er, at bretar fáa sjálvsavgerðarrætt yvir eitt sjóøki, ið teir aldrin hava havt áður. Tí er spurningurin, um teir ikki meta, at støðan er so mikið nógv broytt, at neyðugt er at endurskoða býtið av felags fiskastovnum við ES.


- Tað kann hava ávirkan á allar stovnar, tí í gomlum døgum fiskaðu bretar fyri ein stóran part í føroyskum og íslendskum sjóøki, meðan aðrar tjóðir fiskaðu í bretskum sjóøki. Tað søguliga lutfallið, ið var tá, er í stóran mun varðveitt í býtinum, ið er galdandi í ES í dag, sigur samráðingarleiðarin og leggur afturat.


- Í dag vera havleiðirnar hjá limalondunum roknaðar sum ES-sjógvur, og er tað ES, ið hevur avgerðarrættin har. Sostatt er tað ES, sum tekur avgerðir í fiskivinnumálum hjá limalondunum. Tá bretar so brádliga fáa sama vald yvir egnum havleiðum, ið føroyingar hava yvir sínum, er spurningurin, um teir virða gomlu semjuna við hini londini um innanhýsis býtið av felags fiskastovnum. Tað er ein spurningur, ið vit í verandi løtu ikki kenna nakað svar til, sigur samráðingarleiðarin.


Dynamikkurin verður broyttur 
Tá bretar hava fingið eina greiðu á hvussu nýggja býtið skal síggja út, so er næsta stigið, at samráðingar verða tiknar upp við Føroyar og hini strandarlondini.


- Verður avgerð tikin hósdagin í næstu viku, so skal ES-limaskapurin riggast av. Tíðarlinjan fyri tað kenna vit einki til, men er tað ein avgerð millum London og Brússel. Í fyrstu atløgu halda teir sáttmálar og semjur, ið Føroyar hava við ES, fram, men um Bretland fer úr ES, so fevna teir sjálvandi ikki um Bretland longur, sigur Herluf Sigvaldsson.


Hóast tað sostatt enn eru nógvar óvissar um hvussu eitt bretskt farvæl til ES fer at ávirka framtíðar samráðingarnar millum strandarlondini, so er tað eitt, ið samráðingarleiðarin fyri føroyska samráðingartoymið als ikki ivast í, tá samrøðan er komin at enda.


- Ein bretsk avgerð um at fara úr ES fer grundleggjandi at broyta dynamikkin í samráðingunum, sigur Herluf Sigvaldsson.


Hendan greinin var fyrstu ferð at lesa í Vikuskiftis Sosialinum 17-06-2016.