ES: Uppskotið er á veg

Óvissa valdar framvegis, um ES fer at seta handilsforðingarnar í verk móti Føroyum tann 1. august.

Og í dag er óvissan ikki blivin minni.

Tí ES arbeiðir framvegis við uppskotinum um revsa Føroyar við handilsforðingum. Tað verður sagt av ráðharrastovuni hjá Mariu Damanaki, fiskivinnukommisseri.

- Vit fara senda fiskivinnunevndini uppskotið, og limirnir hava ríkiligar stundir at viðgerða tað og taka støðu til uppskotið, verður sagt í telduposti av ráðharrastovuni.

Men tað hevur ikki eydnast okkum at fáa at vita nær uppskotið kemur fyri.

Maria Damanaki hevur sagt, at tað skal koma fyri á fundi tann 31. juli og koma í gildi dagin eftir. Løgmaður segði í dag við Portalin, at landsstýrið hevur fingið at vita frá danska uttanríkisráðnum, at ES hevur útsett handilsforðingarnar.

Orsøkin skuldi vera, at fiskivinnunevndin skuldi hava uppskotið í hendi í seinasta lagið ígjár, fyri síðan at viðgera tað um fjúrtan dagar. Møguleiki er at víkja frá tíðarfreistini, men Kate Sanderson, sendikvinna í Brússel, segði í dag við útvarpið hjá Kringvarpi Føroya, at tað ikki er serliga sannlíkt.

Norðlýsið skrivar ídag, at ætlaðu ES tiltøkini fara at koma tann 1. august sum ætlað.

Løgmaður segði við Portalin í dag, at hann visti ikki, um ES hevur slept málinum. Men hann vónar, at hóttanirnar um handilsforðingarnar ikki vera tiknar uppaftur, áðrenn samráðráðingar verða um sildina í heyst.