Elbussur hjá Bussleiðini í Havn

ES-tingið: Allir býbussar skulu hava 0 útlát í 2030

ES-Tingið vil hava fleiri grønar bussar og lastbilar. Uppskotið skal viðgerast víðari í ráðharraráðnum.

 

Elbussur hjá Bussleiðini í Havn

ES-Tingið vil hava, at allir býbussar skulu vera CO2 nevtralir í 2030. Frá 2040 skulu nýggir lastbilar útláta 90 prosent minni CO2 tilsamans.

Tingið hevur júst samtykt eitt uppskot, sum skal seta nýggjar standardir fyri tung akfør sum lastbilar og bussar.

Sambært tíðindaskrivi frá Eindarlistanum fer tað at spara meira enn 1,8 milliardir tons CO2 frá at verða útlátið fram ímóti 2050. Tað svarar til 40 ferðir árliga útlátið av CO2 hjá Danmark.

Nikolaj Villumsen, ES tinglimur fyri EL er bjartskygdur:

– Hetta fer at seta spitaran í botn á umleggingini í tungu ferðsluni. Í dag koyra longu ellastbilar, elbussar og elskrellibilar á vegunum í Evropa, og við dagsins úrsliti eru vit eitt stig nærri at vit fáa enn fleiri, sigur hann.

Christen Schaldemose, ES tinglimur fyri Javnaðarflokkin, sum eisin hevur verið til samráðingarnar, segði á røðarapallinum í Evropa-tinginum undan atkvøðugreiðsluni, at yvir seks prosent av øllum vakstrarhúsgassum hjá ES komma frá bussum og lastbilum.

 

##med2##

– Tí er tað avgerandi, at ídnaður okkara er førur fyri at menna hemins bestu bussar og lastbilar uttan útlát. Við samráðingarúrslitinum um tung akfør tryggja vit júst tað, segði tingkvinnan.

Næsta stigið er samráðingar við limalondini í ES ráðharraráðnum um uppskotið. Her verður tað danski tinglimurin Nikolaj Villumsen, sum fer at samráðast fyri vinstraveingin.

/ritzau/

 

 

Elbussur hjá Bussleiðini í Havn