ES tiltøkini ímóti Føroyum verða allarhelst avmarkað

MAKRELSTRÍÐIÐ Setir ES tiltøk ímóti Føroyum, fara tey bara at fevna um makrel og hjáveiði í sambandi við makrel, sigur Herálvur Joensen deildarstjóri í Uttanríkistænastuni

- Fer ES at seta tiltøk í verk ímóti føroyingum í kjalarvørrinum á makrelstríðnum, er tað alt, sum bendir á, at tey fara bara at umfata makrel og hjáveiði í sambandi við fiskiskapin eftir makreli.
Tað er Herálvur Joensen, deildarstjóri fyri altjóða handli í Uttanríkistænastuni, rættiliga vísur í.
Á fundi, sum Tjóðveldi skipaði fyri mikukvøldið staðfesti hann, at eftir teimum samrøðum, hann hevur havt við oddafólk í ES í sambandi við makrelstríðið, er tað mest sannlíkt, at ES tiltøkini í Føroyum fara ikki at fevna um allan okkara fiskaútflutning til ES, men bara um sjálvan makrelin og ta hjáveiði, vit hava í sambandi við makrelfiskiskapin, tvs, ein part av okkara útflutningi av sild.
- Talan kann eisini verða um tiltøk ímóti fiskamjøli, lýsi og øðrum úrdráttum úr makreli.
- Hóast tey, sum vilja herða tiltøkini ímóti Føroyum til at umfata allan okkara útflutning, bæði laks og botnfisk, eisini hava undirtøku í ES, er er tað onki, sum bendir á, at tey fara at fáa sín vilja, sigur Herálvur Joensen.

Skulu vænta tiltøk
Hinvegin ivast hann ikki í, at onkur tiltøk fara at verða sett í verk.
- Eftir tí, vit fáa at vita frá okkara keldum í ES kervinum, er so mikið stór semja í ES um, at tiltøk skulu setast í verk ímóti føroyingum, at tað fer at verða samtykt.
- Men tað er mest sannlíkt, at tey verða avmarkað fyri tiltøkini ikki skulu ganga ímóti reglununum í altjóða handilsfelagsskapinum WTO, og kanska enntá eisini ímóti ES reglum.
- Tí er væntandi, at heykarnir í ES fara at slaka, tí teir vilja heldur hava avmarkað tiltøk ímóti føroyingum enn at seta alt upp á spíssarnar við tí vanda, at alt dettur niðurfyri.
- Tí eiga føroyingar at fyrireika seg til, at ES fer at seta tiltøk í verk ímóti føroyingum, staðfestir Herálvur Joensen.
- Tað er eisini ein møguleiki, at ES fer at leggja varisliga til brots at vita um tað ikki er nóg mikið at fáa okkum at slaka.
Men eydnast tað ikki, sær ES kanska fyri sær, at tiltøkini kunnu herðast, til vit lúta.
- Vit eru ávarað um, at tað er júst hetta, vit eiga at stúra mest fyri, tí fær ES heimildina at seta tiltøk í verk, kann heimildin eisini brúkast í øðrum førum.

Kanna ymsar dómstólar
Herálvur Joensen sigur, at Uttanríkistænastan nú kannar, hvørjir møguleikar eru at forða fyri, tiltøk verða sett í verk.
Í hesum sambandi staðfestir hann, at tey líta meiri á, hvat tey sjálvi kunnu gera í Uttanríkistænastuni enn tey líta á, hvat danir kunnu gera fyri okkum,
Tað er ógjørligt hjá dønum at røkja okkara áhugamál av fullum huga.
- Danir fiska eisini makrel, sum er tekur undir við, at tiltøk skulu setast í verk ímóti Føroyum.
Yvirskipað taka danir undir við, at ES fær heimild at seta tiltøk íverk ímóti londum, sum ikki fiska burðardygt.
Hinvegin er tað ikki avgreitt um Danmark fer at atkvøða, tá ið ráharraráðið skal atkvøða um málið.