ES stuðlar brúgvagerð

ES-nevndin kunngjørdi í gjár, at hon er til reiðar at veita stuðul til ætlanina at byggja eina brúgv millum Týskland og Danmark.

Tann sonevnda Femarn-brúgvin hevur verið umrødd í fleiri ár, men donsku og týsku myndugleikarnir hava ikki verið heilt samdir um, hvussu stóran týdning hetta sambandið hevur. Nú sigur ES-nevndin, at hon metir sambandið sum eitt av teimum týdningarmestu,og at verkætlanin er millum tær trettan samferðsluverkætlaninar, sum ES er til reiðar at stuðla. Sambært danska útvarpinum er ES til reiðar at lata 30 prosent av útreiðslunum sum stuðul.

ES sigur, at fast samband millum Danmark og týsku oynna Femarn fer at fáa stóran týdning fyri vinnulívið báðu megin sundið. Harafturat fer brúgvin at gera tað møguligt at skipa fyri beinleiðis toksambandi ímillum Keypmannahavn og Hannover.