Frá 15 londum verður ES felagsskapurin nú víðkaður til 25 lond. Estland, Letland, Litava, Kekkia, Póland, Malta, Kypros, Ungarn, Slovenia og Slovakia eru nýggju londini við ES limaskapi, og sostatt eru leivdirnar við politiska og landafrøðiliga býtinum eftir seinna heimsbardaga nú endaliga horvnar í eini nýggjum, integreraðum og savnaðum Europa.
Alsamt vaksandi Europasamveldið er tí av tveimum orsøkum sera viðkomandi fyri Føroyar í hesum døgum. Fyrsta orsøkin er, at víðkaði ES marknaðurin við 10 nýggjum limalondum afturat gevur føroysku útflutningsvinnuni nýggjar møguleikar og avbjóðingar, og hin orsøkin er, at ein nýggj ES grundlóg er á veg, sum kann fáa stórar ríkisrættarligar avleiðingar fyri Føroyar, um Danmark tekur undir við hesi lóg.
- Gamla býtið undir kalda krígnum við jarntjaldinum og Eystureuropa kontra Vestureuropa er við ES víðkanini nú endaliga horvið við støði í europeisku samansjóðingini, sigur Hákun Djurhuus, sum av Føroya Landsstýri er settur at røkja føroysk áhugamál í ES høpi. Saman við donskum og grønlendskum sendimonnum arbeiðir føroyski sendiharrin í ES háborgini í Bruxelles.
Nýggir útflutningsmøguleikar
Hákun Djurhuus er ikki í iva um, at ES víðkanin leygardagin 1. mai eisini fer at ávirka føroysku tjóðina.
- Við 10 nýggjum londum er talan fyrst og fremst um ein nógv størri ES marknað, og hetta økir um føroysku útflutningsmøguleikarnar, heldur Hákun Djurhuus. Hann vísir á, at handilssáttmálin, Føroyar hevur við ES, nú eisini víðkast, og á henda hátt hevur føroyska útflutningsvinnan størri møguleikar enn áður.
- Føroyar hava fyrr roynt at fingið handilssmáttmálar í lag við nøkur av teimum londum, sum nú gerast limir í ES, og um vinnan hevur eyguni opin fyri nýggjum møguleikum, kann ein størri og fjølbroyttari ES marknaðurin fáa positivar avleiðingar fyri føroyskan útflutning og harvið eisini samlaða búskapin, heldur Hákun Djurhuus, sendimaður í Bruxelles.
Hann sigur seg vera sannførdan um, at føroyska vinnan er nóg dugnalig at finna og gagnnýta nýggju vegirnar og møguleikarnar, og sostatt økist føroyski útflutningsvinningurin.
ES grundlóg á veg
Andstøðuleiðarin Høgni Hoydal hevur júst sent løgmanni skrivligar fyrispurningar um, hvørjar ríkisrættarligar avleðingar tað kann fáa fyri Føroayr, um danir taka undir við nýggjari felags ES grundlóg, sum er á veg og møguliga verður samtykt longu í juni. Um danir taka undir við ES grundlógini og harvið útdelegera málsøki til ES, er møguleiki fyri, at føroysk málsøki á donskum hondum verða flutt úr Keypmannahavn til Bruxelles at umsita (lesið meiri um hetta í viðtalu við løgmann á næstu síðu).
Í hesum sambandi hevur ein felags grundlóg fyri øll ES lond verið besta og mest sjónliga dømi um, hvønn veg tað kann bera, men higartil er ES grundlógin ikki samtykt.
- Undir kreppuni á Balkan og í Irak hevur ES verið í tvíningum og ikki kunnað handlað, og ein partur av hugsanini við eini felags grundlóg er at forða fyri slíkum, vísir Hákun Djurhuus á. ES grundlógin er ikki góðtikin enn, og í løtuni fara tingingar fram millum limalondini. Hetta avdúkar sambært føroyska sendimanninum í Bruxelles, at vilji er til staðar fyri eini europeiskari grundlóg, sum skal vera galdandi fyri øll limalondini.
- Henda grundlógin skal ikki loysa grundlógirnar av í hvørjum ES landi sær, men heldur skal hon virka við síðuna av hinum, greiðir Hákun Djurhuus frá.
Nýggja ES grundlógin hevur verið ógvuliga nógv umstrídd, og meðan ES stuðlar síggja grundlógina sum enn eitt fet móti einum savnaðum Europa, ávara mótstøðumenn móti hesum sama.
- Grundlógin og samlaða gongdin og menningin í Europasamveldinum er eitt ógvuliga viðkvæmt politiskt evni, men sum gongdin hevur verið, tykist ES felagsskapurin við árunum at mennast og styrkjast, inntil komið er á mál við einum savnaðum Europa.
Nationalstaturin í vanda
Hákun Djurhuus vil ikki gera viðmerkingar til sína persónligu áskoðan um menningina av ES, men við støði í gongdini og menningini av ES, har nationalstatirnir útdelegera fleiri og fleiri málsøkið frá sær til ES, vísir hann ikki aftur, at endin kann verða ein savnað europeisk tjóð, á sama hátt sum vit kenna skipanina í USA.
- Hetta er tó sera toført at spáa um, tí fyrst og fremst liggur ein stór avbjóðing í ES fyri framman at fáa víðkanina at fungera, sigur Hákun Djurhuus. Eitt annað viðkomandi mál í altjóða politikki í løtuni er stríðið móti yvirgangi, sum ES í størri mun vil gera seg galdandi í.
- Nú koma 25 ES lond at standa saman í t.d. stríðnum móti yvirgangi, og við integratiónini og sameiningini av Eystur- og Vestureuropa kann hetta elva til øktan stabilitet, frið og vælferð í Europa, men samstundis vera nýggir spurningar at taka støðu til fyri ES, sigur Hákun Djurhuus.
Hann nevnir í hesum sambandi, at við 10 nýggjum tjóðum, sum í størstan mun koma úr Eystureuropa, skal ES nú taka hædd fyri nýggjum fyrisitingarligum bygnaði og mentanarligum og búskaparligum viðurskiftum, og av hesum kann savningin av Europa ikki fara fram uttan nakað hóvasták.
Mynd:
- Sum gongdin hevur verið, tykist ES felagsskapurin við árunum at mennast og styrkjast, inntil komið er á mál við einum savnaðum Europa, ikki minst við nýggju grundlógini, sum er á veg, sigur Hákun Djurhuus, føroyskur sendimaður í ES háboringini í Bruxelles