ES spilt milliardir til upphøggingarstuðul

ES hevur spilt fleiri milliardir krónur burtur til miseydnaðar stuðulsskipanir, sum skuldu skapa javnvág millum fiskiflotarnar og fiskastovnarnar. Tað ásannar fiskivinnukommiserurin, Maria Damanaki, sum samstundis staðfestir, at skipanin við upphøggingarstuðuli verður tikin av, nú ES endurskoðar sín fiskivinnupolitikk.

-Higartil hava vit brúkt pengar frá skattaborgarunum til at fáa reiðarar at høggja skipini upp, men veiðiorkan er minkað alt ov lítið, sigur kommiserurin við Jyllands-Postin.

Árini frá 2007 til 2013 hevur ES sett 6,4 milliardir krónur av til upphøggingarstuðul, men í veruleikanum er stuðulin uppaftur størri, tí í summum londum fáa reiðarar eisini stuðul frá egnum myndugleikum. Í 2009 staðfesti ES-nevndin, at í fleiri londum vóru tær almennu útreiðslurnar størri enn virðið á tí fiski, sum tey veiddu.

-Sagt við einføldum orðum merkir tað, at brúkararnir rinda næstan tvær ferðir fyri fiskin - eina ferð í handlinum og eina ferð ígjøgnum skattin, stóð í frágreiðingini hjá ES-nevndini.

Ein nýggj frágreiðing kemur til ta niðurstøðu, at tey seinastu nógvu árini er fiskiflotin í ES minkaður millum tvey og trý prosent um árið, men at samstundis hevur ES latið stuðul til nýbygging og nútímansgerð, soleiðis at í veruleikanum er veiðiorkan at kalla tann sama.