Í 1996 fekk ES lut í sildakvotuni og gjørdist eitt av strandalondunum. Nógv hevur verið kjakast, um tað var rætt at ES fekk hendan partin.
Nú blandar løgmaður seg eisini upp í kjakið.
- Tað var skeivt at lata ES fáa lut í sildini. Teir hava einki við sild at gera, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.
Somu sjónarmið hevur Kjartan Hoydal, fyrrverandi formaður í NEAFC, og fyrrverandi fiskivinnustjóri, ført fram í bløðunum.
Kjartan Hoydal greiðir frá í einum kronikki, hvussu ES fekk eina kvotu á átta procent í 1996. Hann sigur, at ein serfrøðingarbólkur kom í 1995 til tað niðurstøðu, at ES bert hevði rætt til tað eina prosenti av Norðhavssildini. Men eftir politiskt trýst úr danska uttanríkisráðnum, endaði tað við at málið bleiv lyft upp á eitt hægri politiskt stig.
Edmund Joensen, sum tá var løgmaður, var ein teirra, ið fekk ES til samráðingarborðið, og tað endaði við, at ES fekk átta prosent av kvotuni, og Føroyar sótu eftir við 5,5 prosentum, skrivar Kjartan Hoydal.
Edmund Joensen, fólkatingslimur fyri Sambandsflokkin, skrivar á heimasíðu sínari, at tað er rætt, at ES ásetti sær sína egnu kvotu í 1996, tí samveldið metti seg hava eitt krav.
Hann skrivar eisini at tað í desember 1996 bleiv ein semja gjørd millum fimm strandalond, ES íroknað, men tað var ikki landsstýrið sum syrgdi fyri tí, ella var kroyst til tað. Ein neyðsemja millum strandalondini endaði við, at londini samdust um eitt nýtt býti, skrivar Edmund Joensen á heimasíðuni.
Spurningurin er, um samráðingarnar og neyðsemjan tá, eru orsøk til at Føroyar hava havt so lítla kvotu øll hesi árini.
Løgmaður heldur í øllum førum, at tað var skeivt at lata ES sleppa framat sildini.
- Teir høvdu eingi vísindalig prógv fyri áseta sær eina kvotu, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.









