ES-tingið samtykti í gjár eitt uppskot um nakrar broytingar í fiskivinnupolitikkinum hjá samveldinum. Endamálið við broytingunum er at avmarka útblakingina og at verja fiskastovnarnar.
Sambært BBC er ES-tingið av teirri uppfatan, at ES-fiskimenn blaka umleið ein fjórðing av fiskinum, sum teir fáa, útaftur, og at tað í stóran mun eru veiðireglurnar, sum hava skyldina.
Í tinginum atkvøddu 501 tinglimir fyri broytingunum, og 137 atkvøddu ímóti. Ætlanin er, at broytingarnar skulu koma í gildi næsta ár sum lóg, men fyrst skulu tey 27 limalondini taka undir við teimum.
Tað var týska tingkvinnan Ulrike Rodust, sum legði uppskotið fram. Hon sigur sambært BBC, at eftir uppskotinum skulu fiskimálaráðharrarnir á hvørjum ári samráðast um, hvussu nógv skal fiskast av teimum ymsu fiskasløgunum. Málið er, at frá 2015 skal veiðan vera burðardygg.
-Hetta er ikki bara til gagns fyri náttúruna, men eisini fyri fiskivinnuna, sigur Ulrike Rodust.
Samtakið hjá evropeiskum útgerðarmonnum, Europeche, hava boðað frá, at eftir teirra tykki eru broytingarnar so stórar, at vinnan má fáa betri stundir til at laga seg til teirra.