ÚTLAND
Fartekst
Fiskimála- og matvørumálaráðharrarnir í ES-londunum hava gjørt sáttmála um fiskikvoturnar næsta ár.
Samráðingarnar gjørdust drúgvari enn væntað, tí í veruleikanum var semja um eitt uppskot, sum lá á borðinum, tá ráðharrarnir fóru til Bruxelles. Men tá ráðharrarnir skuldu taka støðu, sýtti Frakland fyri at góðtaka uppskotið. Kortini eydnaðist at finna eina semju, og Frakland fekk í veruleikanum lítið og einki burtur úr sínum mótmæli.
Umframt kvoturnar samdust ráðharrarnir um eina sonevnda menningarætlan fyri fiskimenn í ES-londunum. Eitt av málunum við skipanini er at laga fiskiflotan til tað tilfeingið, sum er til taks.
Danir nøgdir
Danskir fiskimenn og serliga teir, sum veiða í Norðsjónum, stúrdu fyri fundinum í Bruxelles, tí ES-nevndin hevði mælt til munandi niðurskurð í summum kvotum. Tí var formaðurin í danska fiskimannafelagnum væl nøgdur, tá tað kortini eydnaðist at fáa ein sátttmála, sum danska vinnan kann laga seg eftir.
? Hetta er munandi betur, enn eg hevði væntað, men vit noyðast at viðurkenna, at møguleikarnir gerast minni og minni, sigur Bent Rulle.
Hann viðgongur, at summir danskir fiskimenn fáa trupulleikar við teimum nýggju kvotunum. Talan er serliga um teir, sum fiska tosk í Kattegat og teir, sum fiska reyðsprøku í Norðsjónum, Skagerak og Kattegat.










