ES setir av 22,4 milliardir til koronarakt lond

ES góðkendi í gjár, at tríggjar milliardir evrur – svarandi til 2,4 milliardir krónur – verða settar av til heilsuskipanir í ES lndum, sum eru serliga hart rakt í koronakreppuni.

Tað upplýsir ES tingið í einum tíðindaskrivi sambært tíðindastovuni dpa.

Pengarnir loyva ES at keypa og lata útgerð sum respiratorarar og verjuútgerð og seta og flyta heilsustarvsfólk til korona-brennideplar, skrivar ES-tingið í tíðindaskrivinum.