Ríkis- og stjórnarleiðararnir í ES-londunum eru ósamdir um, hvussu nógvar pengar tey einstøku londini skulu veita menningarlondunum, so tey kunnu fíggja tey nógvu tiltøkini, sum skulu avmarka veðurlagsbroytingarnar, og sum skulu setast í verk longu næsta ár.
ES hevur fyrr mett, at menningarlondini skulu hava millum 37 og 53 milliardir krónur um árið tey næstu fýra árini, men á toppfundi í gjár vóru bara fimm lond til reiðar at geva tilsøgn um hjálp.
Bretland, Svøríki, Belgia, Danmark og Finnland søgdu seg vilja lata tilsamans fimm milliardir krónur um árið í trý ár.
Danski forsætisráðharrin, Lars Lykke Rasmussen, væntaði kortini, at svenski formansskapurin í ES fer at finna eina semju.










