ES samtykt at herja á

Danski matvøruráðharrin, Mette Gjerskov, hevur kunngjørt á sínum Twitter-profili, at ES nú hevur samtykt handilsboykott ímóti Føroyum í sambandi við sildaósemjuna.

Hóast Danmark atkvøddi ímóti boykottinum, varð tað samtykt, og sostatt tekur ES nú tey stig, ið væntandi vóru, mótvegis Føroyum.

Avgerðin er tikin á fundi fyrrapartin í ES-nevndini fyri fiskiveiði og aling, skrivar danska TV2 á síni heimasíðu.

Annar av føroysku fólkatingsmonnunum, Sjúrður Skaale, sigur við danska DR2, at talan er um eina styrkiroynd, har ES brúkar sína stødd til at revsa smáu Føroyar.

– Frá føroyskari síðu hevur alla tíðina verið sagt, at samráðingar eru vegurin fram, men ES hevur allíkavæl valt at trýsta sítt ígjøgnum, sigur Sjúrður Skaale.

Dagført 31.07.2013 (13:04)