Maria Damanaki hevur vegna ES-nevndina fyri fiskivinnu boðað frá, at donsku kvoturnar at fiska makrel, upsa og nebbasild verða lækkaðar. Hetta verður gjørt, tí danir hava fiskað meira enn teir høvdu loyvi til í fjør.
- Hetta verður gjørt fyri at steðga ovurfiskingini, sigur Maria Damanaki í fráboðan.
- Skulu vit stríðast móti ovurfisking, mugu vit nýta reglurnar, sum eru galdandi. Og tað merkir eisini, at vit ikki skulu fiska meira enn tað, sum kvoturnar áseta, sigur Damanaki.
Umframt Danmark hava níggju onnur ES-lond fingið boð um, at kvoturnar verða lækkaðar. Hesi eru Belgia, Grikkaland, Spania, Frakland, Írland, Holland, Pólland, Portugal og Stórabretland.










