ES loyvir vápnum til sýrar

– ES slakar nú við einum víðfevndum vápnaforboði, so tað fer at bera til at senda andstøðuni í Sýrialandi vápn, upplýsti bretski uttanríkisráðharrin, William Hauge, í gjárkvøldið eftir ein sera drúgvan fund í Brüssel.

Í tilsamans 14 tímar sótu uttanríkisráðharrarnir í ES-londunum á fundi, áðrenn tað eydnaðist teimum at finna fram til eina neyðsemju, ið broytir vápnaforboðið hjá ES nakað, men framvegis letur flestu revsiatgerðirnar verða verandi í gildi.

Samstundis gekk ES bretska og franska ynskinum á møti, sum var, at tað skuldi bera til at lata uppreistrarmonnunum í Sýrialandi vápn til stríðið ímóti forsetanum, Bashar al-Assad, og stýri hansara.

– Vit mugu vísa størsta varsemi, tí tá talan ikki er um eina samda andstøðu í Sýrialandi, er ilt at siga, hvar vápnini enda, segði svenski uttanríkisráðharrin, Carl Bildt, ið kravdi stórt eftirlit við vápnaflutninginum.