ES loyvir marknaðareftirlit

Fyri nøkrum døgum síðan søgdu tey ES lond, ið hava fingið fyribils loyvi til eitt hert marknaðareftirlit, at eftirlitið mátti verða standandi í eina tíð afturat, hóast loyvið bert var til november í ár.

 

Tað skrivar DR á heimasíðu sínari.

 

Talan er um Danmark, Svøríki, Týskland, Eysturríki og Norra.

 

Nú hevur ES gingið ynskinum á møti. Næstformaðurin í ES kommissiónini, Frans Timmermans, sigur, at hóast framstig eru hend og færri umsøkjarar eru um friðskjól, so er langt eftir á mál og tí kunnu londini hava fyribils marknaðareftirlitið standandi.

 

ES kommissiónin vil aftur til karmarnar, ið vórðu settir innan Schengen avtaluna, men enn eru lond, ið hava nógv flóttafólk og ikki hava fingið skipa støðuna. Í stóran mun er talan um Grikkaland.