ES-leiðarar fordøma Hvítarussland

Fleiri limalond hava lagt Hvítarussland undir við vilja at føra migrantar ímóti mørkunum hjá ES fyri at gera ónáðir.

ES forsetin Charles Michel

Ríkis- og stjórnarleiðarar í ES góðtaka ikki royndina hjá triðjalondum at brúka migrantar til politisk endamál.

Tað sæst í niðurstøðu frá ES toppfundi, sum vísir til gerðir hjá Hvítarusslandi.

ES leiðararnir »fordøma blandingsálop á mørkini hjá ES og fara at svara aftur«, stendur í niðurstøðuni.

Fleiri limalond og ES nevndin hava lagt Hvítarussland undir við vilja at føra migrantar móti mørkunum hjá ES fyri at órógva samveldið.

Tey halda, at Hvítarussland gjørdi tað sum hevnd fyri tiltøkini hjá ES ímóti landinum.

ES hevur stigvíst sett í gildi fleiri tiltøk ímóti Hvítarusslandi eftir valið í august í fjør.

Tá staðfesti forsetin Aleksandr Lukasjenko seg sum vinnara, men ES viðurkennir ikki úrslitið av valinum. Tað varð framt valsvik, heldur ES.

ES er harumframt eisini ógvuliga atfinningarsamt ímóti harðligu viðferðini av mótmælisfólki, sum mangan hava mótmælt ímóti Lukasjenko-stýrinum.

Og fleiri tiltøk kunnu vera á veg, siga ES-leiðarar. ES fer at halda fram við at stríðast ímóti »álopunum frá hvítarussiska einræðisstýrinum«. Herundir við fleiri víðgongdum stigum, sum verða vend beinleiðis ímóti persónum og juridiskum eindum.

Í niðurstøðuna frá toppfundinum verður ikki nevnt nakað um fysiskar forðingar við uttaru mørkini hjá ES. Tað er annars nakað, sum Danmark og fleiri onnur lond hava tosað um.

Hinvegin er semja um, at ytru mørkini skulu verjast. Tað verður bara ikki nevnt ítøkiliga hvussu.

 

/ritzau/

 

ES forsetin Charles Michel