Føroysk lóggáva má víkja fyri ES-reglum. Tað er boðskapurin í svari hjá danska ráðharranum fyri samferðslu, Ole Birk Olesen, til ein spurning hjá Magna Arge, fólkatingsmann fyri Tjóðveldi, um nýggja bygningin hjá danska politinum í Føroyum.
Tað var til spurningin hjá Magna Arge, um tað ikki var skilabetri at bjóða út arbeiðið at umbyggja nýggju politistøðina í Havn eftir føroyskari lóg og reglum, at ráðharrin svaraði at ES-reglar trumfar føroyska lóggávu.
- Bygningsstyrelsen, ið hevur ábyrgdina at útbjóða verkætlanir hjá statinum í Danmark, er undirlagt ES-reglur fyri útboð. Útboðslógin er galdandi fyri útbjóðarar hjá statinum, óansæð um arbeiðið verður framt í Føroyum, svarar ráðharrin og leggur afturat.
- So vítt sum eg kann meta, so hevur Bygningsstyrelsen sostatt ikki aðrar møguleikar enn at bjóða útbyggingina av politistøðini í Tórshavn út í samsvar við ES-reglar
Svarið kemur óvart á Magna Arge, sum í tíðindaskrivi kallar hetta at sníkja ES-lóggávu inn í Føroyar gjøgnum danskar bakdyr.
- Var eg bilsin, tá Bygningsstyrelsen gjørdi av at bjóða út eftir ES-reglum heldur enn føroyskum reglum, so haldi eg hetta svarið vera uppaftur meira kløkkandi. Tí hetta merkir, at ES-lóggáva sníkir seg inn í Føroyum gjøgnum einar danskar bakdyr, hóast vit hava samtykt egnar lógir og reglur í Føroyum, sigur Magni Arge og leggur afturat.
- Hetta er ein púra skeiv gongd, tí sjálvandi skal virksemið í Føroyum fylgja føroyskari lóggávu, leggur hann aftrat.