ES kundi valt betur

Fleiri politiskir viðmerkjarar undrast á avgerðina hjá ES-leiðarunum at velja Herman Van Rompuy til forseta og Catherine Ashton til uttanríkisráðharra í samveldinum. Millum teirra, sum undrast, er fyrrverandi danski uttanríkisráðharrin Uffe Ellemann-Jensen.

Í samrøðu við DR sigur hann, at ES-leiðararnir áttu heldur at valt fólk, sum veruliga høvdu gjørt mun á altjóða pallinum. Eitt nú heldur hann lítið um uttanríkisráðharravalið.

Uffe Ellemann-Jensen heldur, at fleiri betri valevni vóru so sum svenski uttanríkisráðharrin, Carl Bildt, og fyrrverandi týski uttanríkisráðharrin Joschka Fischer.

-Tað hevði verið nakað heilt annað, heldur Uffe Ellemann-Jensen.