ES krevur nýggja stjórn í Kairo

Egyptar eiga alt fyri eitt at skipa eina nýggja stjórn, sum skal hava breiða undirtøku millum fólk. Tað var tann greiði boðskapurin, sum kom burtur úr fundinum hjá ES-ríkis- og stjórnarleiðarunum í Bruxelles í dag.

Samstundis løgdu leiðararnir dent á, at tað er umráðandi við einum orðaskifti hetta til forsetavalið í september, sum eigur at vera bæði frítt og rættvíst. At enda kravdu teir eisini, at tað sitandi stýrið skal ikki brúka vald ímóti teimum mótmælandi.

Fyrr í dag segði italski forsætisráðharrin, Silvio Berlusconi, at eftir hansara tykki eigur Hosni Mubarak at verða sitandi í forsetaembætinum, meðan demokratiskar nýskipanir verða fyrireikaðar og framdar.

Danski forsætisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, hevur harafturímóti sagt, at sum egyptiskur leiðari er Mubarak søga.