ES krevur minni hall í Fraklandi

ES-nevndin hevur í dag sent fronsku stjórnini eina formliga áheitan um at taka neyðug stig til tess at avmarka hallið á fíggjarlógini.

ES hevur sett sum mál, at hallið í limalondunum skal niður á trý prosent í 2013. Sum er bendir alt á, at hallið í Fraklandi verður 4,4 prosent, og nú ávarar ES-nevndin um, at tað verður torført hjá fransmonnum at røkka málinum, um teir ikki taka neyðug stig alt fyri eitt.

Undir valstríðnum fanst franski forsetin, Francois Hollande, at ES. Hann segði, at ov stórar sparingar í teimum almennu útreiðslunum elva til afturgongd í búskapinum og størri arbeiðsloysi. Hansara áskoðan er, at tað almenna skal heldur leggja seg eftir at skapa vøkstur enn bara at hugsa um sparingar.