Í máli um ósemju millum bretska bridgesambandið og bretsku skattamynduleikarnar hevur ES dómststólurin tikið avgerð um, at kortspælið bridge ikki er ítróttur, tá talan er um meirvirðisgjald. Hetta skriva fleiri útlendskir miðlar.
Bridgesambandið vildi fáa meirvirðisgjaldið hjá spælarum aftur, ið spælarar rinda, tá teir kappast. Hetta fekk sambandið ikki viðhald í.
ES dómstólurin sigur í niðurstøðuni, at afturbering av meirvirðisgjaldi bert er galdandi fyri veruligar ítróttagreinar, og ikki fyri kortspælið bridge. Kroppslig orka skal nýtast fyri at koma undir reglurnar. Talan er tí ikki um ítrótt, tá tú spælir bridge, sigur dómstólurin.