Fyri fyrstu ferð nakrantíð hevur ES-kommissiónin vrakað fíggjarlógaruppskotið hjá einum av sínum limalondum. Tað skrivar BBC í kvøld.
Tað er fíggjarlógin hjá italsku stjórnini, ið ES-kommissiónin sýtir at góðtaka. Í staðin gevur hon stjórnini tríggjar vikur at endurskoða uppskotið.
Orsøkin til óvanliga stigið er, at ES-kommissiónin stúrir fyri at útreiðslurnar eru ov stórar hjá suðurevropiska landinum, ið frammanundan hevur trupulleikar við stórari skuld.
Sambært BBC ætla italsku stjórnarflokkarnar ikki at akta boðunum, men halda fast um uppskotið. Uppskotið leggur millum annað upp til, at allir arbeiðsleysir borgarar fáa eina upphædd frá landinum at liva fyri.
ES hevur heimild at vraka fíggjarlógaruppskot frá limalondunum og áleggja teimum at endurskoða tey. Um tað ikki verður gjørt, kann ES-kommissiónin geva viðkomandi limalandi eina bót fyri at ganga móti boðunum.