Eftirlitsfólk hjá ES-nevndini hava verið á ófráboðaðari kanningarferð á skrivstovunum hjá A.P. Møller-Mærsk í Keypmannahavn. Ørindini vóru at vita, um danska reiðaríið heldur kappingarreglurnar hjá samveldinum.
-Endamálið við kanningini er at fáa staðfest, um tað finnast prógv fyri, at reiðarí bróta evropeisku kappingarreglurnar, sum galda fyri slíka sigling, sigur Christian Kledal, sum er leiðari fyri løgfrøðideildini hjá A.P. Møller-Mærsk, í einari fráboðan.
Hann leggur afturat, at eftirlitskanningin merkir ikki, at Maersk Line hevur brotið kappingarreglurnar.