- ES kann floyta, um tey halda, at tey kunnu trýsta pengar úr okkum.
Tað segði bretski uttanríkisráðharrin, Boris Johnson, í bretska undirhúsinum í gjár.
Tónin millum ES og Bretland hevur verið hvassari í seinastuni. ES hevur ákært Bretland fyri at gera ES borgarar í Bretlandi til triðja lands borgarar eftir Brexit og nú hevur ein ósemja stungið seg upp um upphæddina, ið Bretland skal rinda til ES fyri at fara úr felagsskapinum. Fíggjarætlanin hjá ES verður løgd fyri fimm ár í senn og har er peningur úr Bretlandi eisini roknaður uppí.
Upphæddin, ið ES sigur seg vilja hava frá Bretlandi, er 100 milliardir evrur, ið eru umleið 743 milliardir krónur.
Boris Johnsen sigur, at upphæddin líkist mest avpressan, meðan David Davis, bretskur brexit samráðingarleiðari, var meir diplomatiskur. Hann segði, at útgangsstøði er, at Bretland ikki vil rinda meir enn tey eiga.