ES hevur minkað um innflutningin av russiskum gassi

Kríggið í Ukraina hevur havt stórar avleiðingar fyri orkunýtsluna hjá ES. Ikki minst tá talan er um innflutning av gassi úr Russlandi.

Tað sigur ES-nevndin í sambandi við ársfrágreiðingina um gongdina í orkusamgonguni.

Parturin av russiskum gassi er fallin úr einum parti uppá 45 prosent av samlaða innflutninginum hjá ES í 2021 til 15 prosent í 2023. Tað sigur ES-orkukommisserurin, Kadri Simson á tíðindafundi.

- Vit hava kunnað brúkt kreppuna á ein góðan hátt til at minka um at vera bundin av russiskum gassi, sigur hon.

Men hóast framgongdina heldur ES fram við at innflyta russiskt gass og er sostatt óbeinleiðis við til at fíggja búskapin í Russlandi, meðan kríggið heldur fram.

 

/Ritzau/