ES-londini gera nú enn eina roynd at noyða stýrið í Iran til samráðingarborðið at tosa um landsins kjarnorkuverkætlan.
Á fundi í Luxenbourg í morgun samtyktu uttanríkisráðharrarnir í ES-londunum at víðka handilstiltøkini ímóti Iran. Millum annað er eitt forboð ímóti at flyta ella at goyma iranska olju, og harafturat fáa limalondini forboð fyri at keypa iranskt gass. Harafturat samtyktu ráðharrarnir at tátta takið um teir iransku bankarnar, eisini tjóðbankan.
Diplomatar í Bruxelles siga við fjølmiðlarnar, at tey seinastu árini hevur ES samtykt so nógv tiltøk ímóti Iran, at nú eru ikki nógvir møguleikar eftir.