Spania hevur í løtuni formansskapin í ES, og spanski uttanríkisráðharrin, Josep Piqu, segði í gjár, at ES fer ikki at mótmæla viðferðini, sum fangarnir úr Afghanistan fáa á amerikansku herstøðini í Guantanamo á Kuba.
Josep Piqu legði afturat, at ES er ikki í iva um, at amerikansku myndugleikarnir virða tey rættindi, sum fangarnir hava. Hann segði, at ES er av somu uppfatan sum amerikanararnir, at fangarnir eru ikki vanligir krígsfangar, men yvirgangsmenn.
? Men tað merkir ikki, at teir ikki skulu hava somu rættindi sum onnur, legði spanski uttanríkisráðharrin afturat.
Uttanríkispolitiski samskiparin hjá ES, Javier Solana, bað mánadagin amerikansku myndugleikarnar virða rættindini hjá fangunum samsvarandi altjóða sáttmálum um krígsfangar.
- Tað, at vit hava verið fyri einari yvirgangsatsókn, eigur ikki at fáa okkum at víkja frá okkara egnu virðum, segði Solana á einari ráðstevnu í Spania.
Fleiri mannarættindafelagsskapir, teirra millum Amnesty International, hava biðið spanska formansskapin í ES krevja, at USA virðir rættindini hjá fangunum á Kuba.










