ES fundast í dag um sneyting

– ES eigur at hava eina felags støðu til upplýsingarnar um, at USA njósnast ímóti sínum sameindu, sigur franski forsetin, François Hollande (myndin), sambært AFP-tíðindastovuna.

Samstundis sigur hann seg ivast í, at tað verður so lætt og ómaksleyst at fáa í lag eina nýggja fríhandilsavtalu millum USA og ES í næstu viku, um ikki USA lovar, at øll sneytingin heldur uppat.

Á einum fundi í Brüssel í dag fara ES-sendiharrar annars at tingast um, hvat gerast skal við málið, og ein ES-sendimaður sigur talan vera um “eitt innleiðandi orðaskifti” og at “ein trygdarpolitiska dagføring innanhýsis í ES” skal gerast.

Ein onnur kelda sigur, at ES fer at royna at finna eina felags kós at halda í spurninginum um amerikansku sneytingina, ið hevur verið sera umfatandi.