Friðarheiðurslønin Nobels 2012 fer til til ES fyri tað arbeiðið, ið er gjørt fyri at sameina Europa. Avgerðin skal síggjast sum ein moralskur stuðul í eini krepputíð.
- ES hevur gjøgnum 60 ár roynt at skapa frið, støðufesti og tryggleika í Europa síðani 2. Veraldarbardaga og styrkt mannarættindini í Europa. Við at fáa Týskland og Framkaríki at samstarva, hevur ES tryggjað frið millum tey bæði londini, eftir at tey í nógv ár hava verið í stríði. Við at fáa fleiri eystureuropeisk lond við í ES, hevur ES megnað at styrkja demokratiið og mannarættindini, segði formaðurin í Nobelnevndini, Thorbjørn Jagland .Eisini segði hann, at tað ikki hevði verið trupult, at finna vinnaran av hesi heiðurslønini, tí øll í nevndini vóru samd.
ES hevur fleiri ferðir verið favorittur at vinna Friðarheiðurslønina, men ikki fyrr enn í ár eydnaðist tað.