ES dómstólurin hevur gjørt av, at flogfeløg skulu rinda hvørjum ferðandi upp í 600 evrur, um fráferðin er seinkað meira enn tríggjar tímar.
Hóast hvørki Grønland ella Føroyar eru við í ES, so vil stjórin í Air Greenland, Michael Binzer, ikki útiloka, at henda avgerð fer at ávirka flogferðirnar úr Danmark til Grønlands.
Magni Arge, stjóri á Atlantsflogi, vil hinvegin ikki gera nakra niðurstøðu um málið enn.
– At síggja til ger tað ikki mun. Men vit kanna málið, um tað kann ávirka, sigur Magni Arge.
Hann leggur tó afturat, at paralellir kunnu dragast millum Føroyar og Grønland.
– Mann kann rokna við, at tað verður ein paralellur millum Føroyar og Grønland, sigur Magni Arge.
Hinvegin dugir Magni Arge illa at ímynda sær, at veður kann geva hesar stóru bøturnar.
– Vit stinga ein fingur í jørðina, áðrenn vit gera nakra niðurstøðu, men eg dugi ikki at ímynda mær, at bøtur verða givnar, um mann ikki fær flogið fyri veðri, sigur Magni Arge.
Men aftur her leggur stjórin á Atlantflogi afturat, at tað ikki sær út til, at regluverkið hevur tikið støði í viðurskiftum sum teimum í Føroyum og Grønlandi.
Rakar øll
Sambært Grønlendska Kringvarpinum er støðan soleiðis, at flogferðir úr Grønlandi ongantíð kunnu ávirkast av hesum dóminum, men tað eru flogferðirnar niður til Danmarkar, sum kunnu verða ávirkaðar.
Atlantsflog og Statens Luftfartsvæsen kanna hvør í sínum lag, hvørja ávirkan hetta kann hava, og tað undrar ikki stjóran í Air Greenland, at umfatandi kanningar verða gjørdar av dóminum.
– Tað er klárt, at Statens Luftfartsvæsen eisini tekur støðu til spurningin, tí tað er ikki bara Air Greenland tað rakar, tað rakar í prinsippinum øll flogfeløg, sum flúgva inn og út úr ES, sigur stjórin í Air Greenland við KNR.
Hinvegin ivast Magni Arge stórliga, um tað kemur at raka Atlantsflog, tí hann dugir ikki at ímynda sær, at flogferðir, sum verða seinkaðar av veðri verða ávirkaðar.
– Tað sær út sum, at dómurin er komin fyri at forða flogfeløgum at seinka ferðum av øðrum orsøkum enn trygd. Tí tað er eisini ein spurningur um trygd. Ber ikki til at flúgva, so ber ikki til at flúgva, sigur Magni Arge.
Ferðaseðlar dýrka nógv
Magni Arge vil onki siga, um hvørja ávirkan hesin dómurin kann hava á flogferðaseðlarnar hjá Atlantsflogi fyrr enn málið er kannað.
Stjórin í Air Greenland hevur somu støðu, men hann sigur eitt vet meira um prísirnar.
– Tað er ov tíðliga at siga nakað um, men hava vit eina fráferð, sum verður útsett meira enn tríggjar tímar, so merkir tað ein útreiðslu á meira enn 700.000 krónur fyri hvørja fráferð, og so nýtist mann ikki at vera ein stórur matematikari til at finna útav, at tað verður dýrt, sigur Michael Binzer við KNR.